Ov nógvir fátækir danir

Flestu danir halda, at politikkararnir gera ov lítið fyri at steðga fátækradøminum í Danmark

Samfelag

Danmark: Tendensurin er púra greiður:
Fleiri fyrispurningar um jólahjálp. Flóttafólk sum ikki hava ráð til dagliga breyðið seinast í mánaðinum. Og tøl sum vísa, at fleiri børn og vaksin liva sum fátæk í longri tíðarskeið.
Hesin veruleikin hevur í hesum mánaðinum verið orsøk til fleiri greinar, innsløg og orðaskifti í bløðum, útvarpi og sjónvarpi - og ikki minst í fundarhølunum á Christiansborg.
Nú vísir ein nýggj meiningarkanning, sum Capacent hevur gjørt fyri Kristelig Dagblad, at evnið eisini hevur stóran áhuga hjá manninum á gøtuni:
Ein meiriluti av fólkinum heldur nevniliga, at talið av fátækum í Danmark er alt, alt ov høgt.
Kanningin er gjørd millum 1169 danir omanfyri 18 ár, og annarhvør teirra er av hesi sannføring. Hinvegin eru 17 prosent ósamd í útsøgnini um, at tað eru ov mong fátæk í landinum.

Arbeiðsloysi
Eitt annað áhugavert við kanningini er, at flestu danir halda, at fátækradømið er ein vaksandi trupulleiki í Danmark.
- Eg haldi, at tað er ógvuliga natúrligt at fólk halda hetta, sigur Martin Henriksen úr Danska Fólkaflokkinum.
Hann er formaður í Sosialu nevnd í Fólkatinginum, og heldur, at orsøkin til støðutakanina hjá dønum er, at fíggjarkreppan rakar mong og er nógv frammi í miðlunum.
- Tað eru eisini mong, ið kenna onkran sum er raktur av arbeiðsloysi.
Martin Henriksen er vitandi um, at mong fólk hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, og onnur eru skuldarbundin langt upp um skorsteinin.
- Onnur hava trupult við at skipa seg fíggjarliga, tí tey hava ikki ráð til tað sum tey áttu, og tí tey raðfesta skeivt. Tað kann vera so mangt sum spælir inn, sigur hann.

Álvarsmál
Ein annar politikkari á Christiansborg, Özlem Cekic, sum er framsøgukvinna í sosialmálum hjá Socialdemokratunum, sær kanningina øðrvísi.
Sambært henni vísir kanningin, at danir fegnir vilja stríðast ímóti og fyribyrgja fátækradøminum.
- Tað lættir um hjartað mítt, at danir halda hetta vera ein týdningarmikil trupulleiki, sum okkurt má og skal gerast við, sigur Özlem Cekic.
Kanningin gevur politikkarunum á Christiansborg eina lýsing av, at tey skulu taka henda trupulleikan í størsta álvara.
Meirilutin av teimum spurdu halda nevniliga, at politikkararnir gera ov lítið fyri at minka um fátækradømið í Danmark.