Fótbóltur
Ein av teimum, sum hevði sínar viðmerkingar, tá føroyska kappingin fyri skjótt fýra árum síðani varð longd til at fevna um 27 umfør, var Petur Simonsen, sum í nógv ár hevur virkað sum venjari.
Hóast hann eisini dugdi at síggja fyrimunir, so hevði hann síni fyrivarni, og eitt av hesum var, at tað kom at krevja heilt øðrvísi venjingar. Fyrst og fremst tí hann metti strævnu skránna við fleiri miðvikudystum krevja meira hvíld og í aðrar mátar ein øðrvísi dosering av venjingunum.
Eru slitnir
Skaðarnir, sum seinastu trý árini mest sum uttan íhald hava regnað yvir føroyska fótbóltslandsliðið, kundu eisini bent á, at ov stórar byrðar verða lagdar á bestu spælararnar, og Álvur Hansen, sum er fysioterapeutur hjá landsliðnum, og sum eisini hevur staðið A-royndina sum venjari, er ikki heilt ósamdur.
- Nógvir av skaðunum eru yvirbelastningsskaðar. Serliga seinastu tíðina hava spælararnir havt øgiliga nógvar dystir. Tekur tú hópin, sum var í Portugal og nú aftur her í Serbia, so verður hetta sjeyndi dysturin hjá spælarunum í tríggjar vikur. So tað er nógv, sum bendir á, at teir fáa ov lítla hvíld, sigur Álvur Hansen.
- Spælararnir á landsliðnum eru gjarna frá teimum feløgum, sum hava spælt í europiskum høpi, og tí hava teir lítlan og ongan summarsteðg havt. Samstundis eru hetta spælarar, sum spæla 90 minuttir so at siga hvørja ferð, og í feløgunum er sjáldan ráð at seta ein landsliðsspælara á beinkin at hvíla seg, tá týdningarmiklir dystir eru.
FSF má taka fyrilit
Tað er kanska trupult at geva beinleiðis góð ráð til heimligu venjararnar um meira hvíld til landsliðsspælarar, tí sjálvandi hugsa hesir fyrst og fremst um sítt lið.
Álvur Hansen heldur tó, at upplýsing og samskifti er ein háttur at skapa betri karmar fyri fremstu spælararnar, men hann heldur eisini, at hetta er ein trupulleiki, sum FSF kann leggja upp fyri, tá landskappingin verður løgd.
- Nú í august mánaði hava vit havt fleiri mikudagsdystir í landskappingini. Og tað er kanska eitt sindur ósmart, tá landsliðið eisini hevur eina strævna skrá um sama mundi. Har haldi eg avgjørt, at størri fyrilit kundi verið sýnt, soleiðis at mikudagsumførini heldur lógu onkra aðrastaðni í kappingarárinum, sigur Álvur Hansen.