Ov nógvir bøndur

Kommunistaflokkurin í Kina er komin til ta niðurstøðu, at landið hevur alt ov nógvar bøndur.

Umleið 69 prosent av øllum kinesarunum ella einar 900 milliónir fólk búgva á bygd, men nú hava myndugleikarnir gjørt av at flyta ein stóran part av teimum inn í býirnar at búgva. Tilsamans er talan um millum 150 og 380 milliónir fólk, og tey næstu tjúgu árini ætla myndugleikarnir at flyta millum 12,5 og 19 milliónir fólk av bygd inn í býirnar. Málið er, at um tjúgu ár skulu bert millum 40 og 50 prosent av kinesiska fólkinum búgva á bygd.

Samstundis ætla myndugleikarnir at seta eina rúgvu av almennum arbeiðum í gongd fyri at forða fyri arbeiðsloysi. Eitt nú er ætlanin at bøta um samferðslukervið við at leggja eina jarnbreyt til Tibet og at grava eina veit frá Yangtze-ánni norður til Beijing. Samstundis skal landbúnaðurin nútímansgerast.