Ov nógvir aka­dem­ik­ar­ar í Føroyum...

– Í Føroyum mugu vit ansa eft­ir at vit ikki útbúgva okk­um ov nógv og ov skeivt.

Tað heldur Elsebeth Mer­cedis Gunnleygsdóttir, ting­kvinna fyri Fólkaflokkin og for­kvinna í Rættarnevndini hjá Løgtinginum.
Hon spyr, um tað er rúmd fyri í føroyska sam­fel­ag­num at útbúgva løg­frøð­ing­ar, stjórn­mál­a­frøð­ing­ar og søgufrøðingar í hóp­­­a­tali.

– Hvar í Føroyum skulu tey fáa arbeiði eftir lokn­an lest­ur, spurdi hon, tá Løg­ting­ið í gjár umrøddi ólav­søk­u­røð­una hjá løgmanni.

– Ella mugu tey verða ver­andi uttanlands. Tað er ein spurn­ingur, vit eiga at seta okk­um sjálvum, legði hon aft­urat.
Tí fegnast hon um ætl­an­ina hjá samgonguni at taka upp sam­starv við vinnuna at út­greina, hvørjum út­búgv­ing­um tørvur er á í Før­oy­um.

– Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki brúka nógvar peng­ar og ov langa tíð upp á at yv­ir­út­búgva fólk. Vit skulu held­ur útbúgva fólkið til tað, vit liva av, heldur hon.