Ov nógvar kolldømingar

Svimjing: Seinasta vikuskiftið var svimjikapping í Gundadali, við fleiri góðum urslitum. Kortini fóru úrslitini eitt sindur afturum, tí alt fleiri svimjileiðarar eru ónøgdir við strongu dømingina

Seinasta vikuskiftið var Havnar Svimjifelag vertur fyri kapping í Svimjihøllini í Gundadali. Nógvir svimjarar vóru við, og nógv heilt góð úrslit vórðu skrásett, hóast so lítið er farið av svimjiárinum.

Kortini er tað ikki svimjingin, sum fær mestu umtaluna millum leiðararnar. Teir eru ónøgdir við, at kappingarnar eru so drúgvar, og serliga, at dómararnir eru so øgiliga strangir. Tað er fatanini hjá svimjileiðarunum, at dómararnir kolldøma alt ov nógvar svimjarar, og at fleiri av kolldømingunum eru ivasamar.

Svimjileiðararnir hava eisini fest seg við, at hóast alt fleiri svimjarar verða kolldømdir, so fáa svimjararnir ikki frágreiðing um hví teir eru kolldømdir.

Leiðararnir hava sent svimjinevndini hjá Svimjisambandinum klagu um dømingina, og teir vóna, at hetta fær tær avleiðingar, at dømingin verður gjørd heldur linari.

Sum dømi, kann sigast, at í kappingini 200 metrar blandað svimjing vóru 27 svimjarar, og av teimum vórðu 7 kolldømdir. Hetta svarar til 25 prosent av svimjarunum, og tað halda leiðararnir verða í meira lagi.

Í 100 metra firvaldssvimjing fóru 62 svimjarar úti, men átta teirra vóru kolldømdir tá teir komu aftur á mál. Tað svarar til at 13 prosent av svimjarunum vórðu kolldømdir, og tað er ov nógv.

Leiðararnir siga bart út við Svimjisambandi, at her er talan um ein stóran og sera týdningarmiklan trupulleikan, sum má loysast í felagsskapi.


Tólv sekund betri

Um vit fara til tað, sum tað í grundini snúði seg um, so voru sum sagt fleiri áhugaverd úrslit.

Í 400 metra frísvimjing fyri kvinnur var Rúna Jacobsen fyrst á mál í tíðini 5.00,57. Hetta er ein rímuliga góð tíð, men kortini ikki tann, sum var mest merkisverd í júst hesari kapping.

Hana svam Sólvá Dam úr HS. Hon kom á mál í tiðini 5.05,10 og tað er næstan 12 sekund betri enn hennara besta tíð var frammanundan. Tá hon seinast svam hesa kapping brúkti hon nevniliga 5.17,00 um teinin, so tað er ikki eiti á.

At Sólvá er so vælkoyrandi júst nú er kanska ikki so løgið. Hon var við á liðnum, sum setti nýtt met í 4x200 fyri ikki so langari tíð síðani, og tá segði hon, at hon var væl fyri. Hetta vísti hon eisini aftur leygardagin, tá hon svam 2.45,40 á 200 metra blandað-teininum og 1.07,70 á 100 metra frí-teininum.

Saman við Shailu millum Garðarnar (TS), Rúnu Jakobsen, Báru Joensen, báðar úr HS, hevur Sólvá eisini kvalifisera seg til NJM kappingina, har tær fara at svimja 4x100 metur frí.

Annars hevur Rannvá Jacobsen úr HS, kvalifiserað seg til kappingina Sjælland Open 2000, sum verður í januar mánað. Hon fer at taka lut í 200 metur rygg, og tíðin hon er tilmeldað kappingini er 2.33,80.

Hjá monnum var um reppið, at Jóannes á Fløtti, úr HS, eisini kvalifiseraði seg. hann kom in í tíðini 2.23,10 í 200 metur ryggsvimjing, meðan kvalifikatiónstíðin var 2.22,64.