- Ov nógv snakk og ov lítið handling

Rektarin á Fróðskaparsetrinum er skuffaður, nú fíggjarlógin er endaliga samtykt

Fróðskaparsetur Føroyar gjørdi fyrr í ár vart við, at játtanin til Setrið á fíggjarlógini fyri 2018, ið var 87,4 milliónir krónur, ikki var nokk til at varðveita tað virksemi, ið longu nú er á Setrinum, Fyri at varðveita verandi virksemi, var neyðugt við eini játtan á 94,6 milliónir krónur, og um man harumframt framhaldandi ynskir at menna Setrið, var neyðugt við 20 milliónum krónum aftrat.


Men hóast ávaringarnar um at ein ov lítil játtan kann fáa avleiðingar fyri virksemið á Setrinum, so munaði tað lítið og einki. Tá fíggjarlógin bleiv samtykt í nátt, fekk Fróðskaparsetur Føroya einans hálvaaðru millión krónur meira í játtan í 2018. Sigurð í Jákupsstovu, rektari í Fróðskaparsetur Føroya, harmast um støðuna, ið Setrið nú er í.


- Tað er skuffandi, tí vit halda jú tað, at vit fylgja politiska viljanum við tað, at vit vaksa um tilboðini innanfyri hægri lestur í Føroyum. Tað gevur møguleika til fleiri ung at verða verandi her. Politiska skipanin hevur ynskt tað, og tí er tað skuffandi, at tey ikki fylgja tað upp við fígging. Tað er ov nógv snakk og ov lítið handling frá politisku skipanini, sigur rektarin.


- Stovnurin og starvsfólkini kýta seg hvønn einasta dag at skapa fleiri tilboð til ung, men tað vísir seg, at tað ikki eggjar politisku skipanini at játta meira pening. Tað vit hava fingið í ár er 1,5 millión krónur aftrat. Tað er slett ikki nøktandi til tann vøkstur, ið vit hava.


Rektarin á Setrinum vísir á, at seinastu árini hevur stórur munur verið í vøkstrinum í næmingatalinum og vøkstrinum í játtanini til Setrið.


- Man kann ikki reka eitt universitet, ið er vaksið við nærum 60 prosentum við næstan tí somu játtanini. Frá 2013 er næmingatalið á Setrinum vaksið við 60 prosentum, meðan fíggingin er vaksin við 27 prosentum í sama tíðarskeið. Sjey nýggjar útbúgvingar eru settar í verk, og tað krevur meira. So hetta hongur bara ikki saman hjá okkum, sigur Sigurð í Jákupsstovu.


Hvørjar avleiðingar verða av, at Setrið ikki fekk eina hægri játtan, ynskir rektarin ikki at siga nakað um nú, men tað hevur skund at fáa staðfest hvat virksemið skal vera framyvir.


- Tað er ein trong støða, ið vit eru í. Eg fái ikki sagt hvørjar avleiðingarnar eru enn, men nú muga vit tillaga okkara virksemi á ein ella annan hátt.


- Eg hevði vónað, at vit fingu eina hægri játtan nú. Tað fingu vit ikki, og tí muga vit fara í dialog við Mentamálaráðið um hvat vit gera fyri at halda játtanina. Hvørjar tillagingarnar verða gjørdar, má verða greitt tíðliga í januar, sigur Sigurð í Jákupsstovu.