Ov nógv smásild

Teir seinastu dagarnar hava íslendsk sildaskip hava rættiligan rokfiskiskap stutt úr landi uttan fyri Njarðvík og Keflavík á Reykjanesi Skip hava eisini fingið nógva sild við Vestmannaoyggjarnar. Men nú hevur havrannsóknarstovan steðgað fiskiskapinum.

Orsøkin er, at skipini fingu ov nógva smásild, skrivar Morgunblaðið.

Kanningar umborð á einum skipi vístu, at í einum kasti vóru 40 prosent smásild, og at í tí næsta kastinum var næstan helvtin smásild.

Tí hevur havrannsóknarstovan nú steðgað fiskiskapinum í 14 dagar.