POLITIKKUR
Leiðarin fyri samgonguna, Føroya løgmaður, Anfinn Kallsberg, heldur, at vit í Føroyum hava ov nógv ráð/stýri í almennu umsitingini.
Hetta sigur løgmaður, hóast tað er hann, ið ovasti fyri samgonguni, og tí hevur ábyrgd fyri arbeiðinum hjá samgongu og landsins umsiting.
?Tað er eingin loyni, at tað snúði seg um at fáa eitt roknistykki til at ganga upp, sigur Anfinn Kallsberg.
Hetta gjørdi seg bæði galdandi í hesari seinastu samgonguni við fýra flokkum og í teirri fyrstu samgonguni við Anfinni Kallsberg sum løgmanni, har tríggir flokkar vóru umboðaðir.
Hóast løgmaður er til reiðar at siga, at ráðini eru ov nógv, so vil hann ikki koma við nøkrum tali, ið hann heldur vera hóskandi.
?Tað nyttar so lítið at siga mína persónligu meining, tá eg havi bundið meg til eina politiska avtalu, ið ásetur, at vit hava níggju stýri, sigur løgmaður.
Ikki fleiri
Tær báðar samgongurnar við Anfinni Kallsberg sum løgmanni hava báðar havt fullveldi ella sjálvstýri sum mál, og soleiðis er framvegis.
Løgmaður metir tó ikki, at tað nýtist at gerast neyðugt við fleir ráðum, tá munandi fleiri málsøki koma á føroyskar hendur.
?Stýrini nýtast ikki at gerast fleiri, metir løgmaður.
Hann nevnir eitt nú Løgmálaráðið, ið hann roknar við fer at fáa enn fleiri og týðandi uppgávur og pláss í allari umsitingini í framtíðini.
Mynd: Tað er ov nógv við níggju ráðum, metir løgmaður. Kortini gekk hann við til hetta fyri at fáa alt at ganga upp, sigur hann.