Tøl frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd vísa, at ein triðingur av føroyingum tosa í fartelefon uttan headset minst eina ferð um vikuna. 10. hvør føroyingur tosar dagliga í fartelefon uttan at nýta headset.
Serliga eru tað mannfólk, sum bróta lógina um hondhildna fartelefon. 5. hvør maður tosar dagliga í fartelefon uttan headset, meðan einans 3% av kvinnunum gera tað. Men næstan 4. hvør kvinna tosar minst eina ferð um vikuna í telefon, meðan 4 av 10 monnum tosar í fartelefon hvørja viku.
Tó er líkt til, at føroyingar ansa væl eftir, ikki at nýta fartelefonina annars, meðan tey koyra. 20 prosent nýta telefonina til at skriva ella lesa SMS og teldupost ella spæla telduspøl minst eina ferð um mánaðin. Hetta er javnt býtt millum kynini.
Tølini eru heintað frá eini hugburðskanning, sum Gallup Føroyar gjørdi í februar 2012.










