Sum so nógvar aðrar fyritøkur, hevur Formula.fo stuðulsavtalur við ítróttarfelag. Ein av hesum er við EB/Streym, men við árslok í fjør gjørdi bókhaldarin hjá Formula.fo leiðsluna í fyritøkuni varuga við, at EB/Streymur hevði fingið ov stóra upphædd flutta.
Men samstundis sum maðurin var bókhaldari hjá Formula.fo, var hann eisini kassameistari hjá EB/Streymi, so her var hann endaður í einum serstakliga óhepnum dupultleikluti, sum hann eisini hevur átikið sær fulla ábyrgd av.
– Viðkomandi persónur var sera keddur um feilin og kom sjálvur inn á skrivstovu mína og segði seg úr starvi. Hann hevði gjørt ein bukk av stórum ósketni, tók alla ábyrgd av feilinum og vildi sjálvur gjalda peningin aftur, sigur forstjórin í Formula.fo., Fróði Magnussen, við Norðlýsið.
– Vit gjørdu greitt, at peningurin mátti gjaldast aftur og tað skal sigast beinanvegin, at talan er ikki um meira pening, enn at ein vanligur persónur sjálvur hevði kunnað goldið okkum tað aftur. Vit eru nøgdir við, at málið verður avgreitt.
Umframt, at bókhaldarin hevur sagt starvið hjá Formula.fo frá sær, hevur hann eftirfylgjandi eisini sagt seg frá sum kassameistari í EB/Streymi, har tey ikki síggja hetta sum eitt mál, ið hevur nakað við felagið at gera.
– Hetta er ikki eitt mál hjá okkum, tí vit eru ikki blandaðir upp í tað, og hetta hevur heldur onga ávirkan á tað virksemi, sum vit hava. Sum eg skilji, er hetta avgreitt millum viðkomandi og arbeiðsplássið og hevur einki við sjálvt felagið at gera, sigur formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted, í stuttari viðmerking.