Týsdagin koppaði ein stórur treylari við Kjalnestanga í Kollafirði. Akfarið hevði ov nógva ferð í tí stóra svinginum, og hetta hevði við sær, at pakningurin í lastini flutti seg. Pakingurin, sum skuldi til eitt flakavirki, var helst ikki festur nóg væl, og tá bilurin hevði ov nógva ferð, so koppaði bilurin.
At byrja við var bara tann eina farbreytin stongd vegna óhappið, men tá menn fóru at rudda upp klokkan 15.30, varð landsvegurin stongdur. Ferðslan var ístaðin beind inn á bygdavegin. Uppruddingin var ikki liðug fyrr enn klokkan 19.
Lastin var innilokað, men pakningurin fór útígjøgnum veggin. Pakningurin lá sløddur oman ímóti fjørðuni, so tað sá heldur dramatiskt út.
Førarin varð fluttur á sjúkrahúsið við smærri snuddum.