Brimil var í økinum og tí varð gjørt av, at hyggja eftir, um bátarnir høvdu fleiri ferðandi umborð, enn tað ið reglur hesum viðvíkjandi áseta. Loyvt er at hava í mesta lagi 12 ferðandi umborð samstundis.
Manning av Brimli steðgaði trimum av RIB bátunum og taldi, hvussu nógv ferðandi vóru umborð. Hjá tí eina, vóru øll viðurskifti í lagi, meðan tað hjá hinum báðum vóru fleiri ferðandi, enn mest loyvda talið.
Politiið varð boðsent og kom á staðið beinanvegin.
Skipini hjá Vørn fara sjálvandi, í góðum samstarvi við Sjóvinnustýrið og politiið, at hava eitt vakið eyga við hesum virksemi í framtíðini.