Eina ferð vóru ov fá ansingarpláss í Klaksvík, og nú eru tey ov nógv.
Dagrøktin hevði 120 pláss, men tá ið nýggjur barnagarður kom við tveimum vøggustovum, varð dagrøktin skorin niður í helvt.
Nú eru eisini ov nógv barnagarðspláss. Tørvurin er seinastu árini minkaður við 10 prosentum.
Loysnin verður helst at hava færri børn á hvørjum stovni.
Orsøkin er, at árgangirnir seinastu fýra ár hava verið lækkandi, sigur Sigrún Vágstún, barnaansingarskipari.
Upp og niður
Um hugt verður at hagtølunum, er tað eitt sindur upp og niður, hvussu nógv bøn verða fødd um árið í Klaksvíkar kommunu.
Metið seinastu nógvu árini var í 2007, tá ið 74 børn vórðu fødd. Tvey tey næstu árini fór talið niður, men í fjør vórðu aftur fleiri børn sett í verðina.
Yvirskotið av ansingarplássum kann tí illa tulkast øðrvísi enn, at ungar familjur eru fluttar burtur.