Ov mong sivilfólk doyggja

Afghanar hava ikki álit á NATO-hermonnunum, tí bardagarnir við Taliban krevja ov mong sivil mannalív.


NATO ger ov lítið til tess at forða fyri, at sivilfólk doyggja í bardøgunum har suðuri í Afghanistan, og tað fær afghanska fólkið at venda sær ímóti teimum útlendsku hermonnunum.

Tað skrivar mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch í einari nýggjari frágreiðing.

-Nógvir afghanar gleddu seg til at fáa teir fremmandu hermenninar til landið, tí teir kundu verja sivilfólkið og hjálpa afghanum at endurbyggja landið. Men NATO vísir sivilfólkinum og tess ognum ov lítlan ans, og tí hava fólk ikki álit á hermonnunum, sigur Sam Zarifi, sum stendur á odda fyri asiatisku deildini hjá Human Rights Watch.

Sam Zarifi sigur, at NATO-hermenninir royna uttan iva at forða fyri, at sivilfólk doyggja í bardøgunum, men at teir kortini ikki gera nóg mikið fyri at forða tí. Harafturat hevur NATO hert framferðina ímóti Taliban, og tað hevur havt við sær, at sivilfólkið er í størri vanda nú enn frammanundan, sigur Sam Zarifi.

Í síðstu viku váttaði NATO-leiðslan í Afghanistan, at 12 sivilfólk høvdu latið lív í einum loftálopi á eina bygd í Panjawi-landspartinum har suðuri í landinum, men lokalar keldur vildu vera við, at tað veruliga talið var millum 60 og 85.

Í seinastuni hava NATO-deildirnar í Afghanistan hert loftálopini á støðir hjá Taliban, men Human Rights Watch sigur tað vera óheppið, at NATO millum annað brúkar flogfør av slagnum A-10 Warthog. Hesi flogførini eru sera oyðandi, men tey bera ikki orð fyri at vera so beinrakin sum fleiri onnur flogfør. Tí er vandi fyri, at tey raka skeiv mál, sigur Human Rights Watch.