Ov mikið av ákærum

Tað fer eftir øllum at døma ikki at standa á at finna ákærur ímóti fyrrverandi irakska forsetanum Saddam Hussein, sum situr fangi hjá amerikanarunum.

Í gjár kunngjørdu myndugleikarnir í Kuwait, at teir hava ikki færri enn 178 ákærur ímóti Saddam Hussein og hansara næstu medarbeiðarum. Talan er um krígsbrotsverk, sum irskska leiðslan verður løgd undir at hava framt, tá Irak hersetti Kuwait í 1990. Talið verður helst størri, tí kuwaitiski uttanríkisráðharrin sigur við AFP, at ákærurnar helst verða einar 200 í tali, tá alt er gjørt upp.

Irak hersetti Kuwait í sjey mánaðir í 1990 og 1991. Kuwaitar vilja vera við, at iraksku hermenninir framdu fleiri krígsbrotsverk í hersetingartíðini, og at minst 1.000 sivilir kuwaitar lógu eftirá. Harafturat vórðu fleiri ósek fólk tikin, summi vórðu pínd, og irakar løgdu eisini hald á kuwaitiska ogn.