Gyltu whiskey-droparnir eru um at ganga undan á altjóða marknaðinum. Tað staðfestir amerikanski framleiðarin, Buffalo Trace.
Whiskey er vorðin ein alt betur umtóktur løgur seinnu árini. Bara í fjør vaks marknaðurin 5%. Og fyri dýru merkini var vøksturin heili 20%.
Tað fegnast framleiðararnir sjálvandi um, men trupulleikin er, at ber ikki til at økja framleiðsluna uttan víðari. Dýru whiskey-sløgini skulu nevnliga goymast í nógv ár í tunnunum, og tí ber ikki til at økja tappaðu nøgdirnar her og nú.