Í samrøðu við Sosialin fríggjadagin undrast Niels Pauli Danielsen, prestur, yvir, at Hans Jacob Joensen, bispur, sigur seg vera tøkan sum sálarhirða og prest prestana, tá tað ikki ber til at fáa fatur á honum, tá ein vil. Hann sigur, at einasta telefonnummarið bispur hevur givið prestunum, er telefonnummarið á bispaskrivstovuni, ið er opin fimm tímar hvønn dag, og hetta heldur hann ikki vera nøktandi, tá bispur er sálarhirði alt samdøgrið.
?Fær altíð fatur á mær
Einasta viðmerkingin frá bispi er, at Niels Pauli Danielsen altíð hevur kunnað fingið fatur á sær. Bispur sigur annars, at hann heldur stríðið innan føroysku krikjuna vera komið so mikið langt út um mark, at hann ikki longur hevur hug at gera viðmerkingar til málið. Hann ætlar sær at bíða eftir úrskurðinum frá Kirkjumálaráðnum, og ætlar sær ikki at koma við nakrari almennari viðmerking fyrr enn málið er avgreitt haðani.