Kanadiski býurin, Vancouver, sum í næstum skal hýsa olympisku vetrarleikunum, hevur ongantíð havt so lýtt veður í januar mánaði, síðani farið var undir at máta hitan fyri 70 árum síðani. Miðalhitin í januar var sjey stig. Serliga umráðið, Cypress Mountain, har fleiri skíðkappingar skulu vera, so neyðugt er við liggjandi kava, er hótt av lýggja veðrinum.