Ov lítlan vinning

Skipasmiðjurnar í Noregi hava ongantíð havt so nógvar bíleggingar um nýbygningar sum nú, men kortini hava nakrar hall í roknskapinum, og aðrar klára so dánt javnvág. Norsk Industri hevur kannað roknskapartøl hjá 19 skipasmiðjum, og tey vísa, at seks teirra høvdu hall í fjør, og at átta høvdu javnvág í inntøkum og útreiðslum. Bara fimm høvdu avlop. Tann skipasmiðjan, sum hevur staðið seg best, er Aker hjá Kjell Inge Røkke.