Ov lítil kapasitetur

Føroya Tele megnaði ikki at avgreiða allan tann stóra áhugan fyri at atkvøða fyri Guðrun Sòlju Jacobsen í Stjerne for en aften

GSM

?Samband fæst ikki við tænastuna, vinarliga royn aftur seinni?. Soleiðis ljóðau boðini, ið nógvir føroyingar fingu fríggjakvøldið. Kring alt landið sótu fólk frammanfyri skíggjanum og vóru til reiðar at geva Guðruni Sólju Jacobsen teirra stuðul við at senda eini SMS-boð.
Føroya Tele hevði fingið skipað soleiðis fyri, at føroyingar eisini kundu atkvøða, og hetta er sjálvandi kærkomin stuðul hjá Guðruni Sólju, men stuðulin kundi eftir øllum at døma verið munandi størri, hóast nóg nógvar atkvøður vóru fingnar til vega.
Nógv sluppu at atkvøða, men fleiri fingu boðini um ólag.
Jonhild Rasmussen hjá Føroya Tele sigur, at tey ikki heilt eru greið yvir, hvat tað var, sum gekk galið.
?Tað hevur mestur verður ov lítið av kapasiteti, sigur Jonhild Rasmussen.
Àhugin fyri at stuðla Guðruni er risastórur í Føroyum, og hendan áhugan hevði Føroya Tele ikki roknað við.
Um smáar tvær vikur verður finala í Forum, og tá vilja føroyingar aftur sleppa at atkvøða, og áhugin verður ikki minni tá.