Ov lítil játtan til eygleiðaraskipanina

Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at nú eygleiðaraskipanin í NAFO-økinum er vorðin skipað, er neyðugt við størri játtan á fíggjarlógini til hesa uppgávu. ? Hava rækjuskipini ikki eygleiðara umborð, sleppa tey sambært sáttmálanum ikki at fiska á Flemmish Kap, sigur hann

Fíggjarlógin

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2005 verður játtanin til Fiskiveiðieftirlitið ikki skerd í mun til verandi ár. Talan er heldur um eina pinkulítla øking. Hetta merkir tó ikki, at tað verður lætt at reka stovnin innan verandi karmar, tí tað er tungt sum er at fáa endarnar at røkka. Í mun til 2003, er talan tó um eina minking í játtanina, og hetta saman við øktum lønarkrøvum merkir, at stovnurin hevur minni pening at arbeiða við.

Eygleiðaraskipanin

Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at kontoin, sum fevnir um eygleiðaraskipanina, er ov lítil, og hann ivast í, um myndugleikarnir hava hugsað um, at henda skipan verður dýrari í ár enn undanfarin ár.
- Tað eru so nógv tøl á fíggjarlógini og so nógvar detaljur at hugsa um, at eg velji at trúgva, at myndugleikarnir ikki hava hugsað um, at neyðugt verður við meira peningi á hesi kontoini í komandi ári.
Hann vísir á, at sambært NAFO-reglunum, sum Føroyar eisini hava samtykt at ganga undir, skal eygleiðari verða umborð á hvørjum rækjuskipi, sum fiskar í NAFO-øki á Flemmish Kap.
- Hetta er treytin fyri at sleppa at fiska í økinum, sigur hann.
Elmar sigur, at eygleiðaraskipanin hevur verið ein fyribilsskipan, sum kom í fasta legu fyri góðum ári síðan.
- Støðan hjá rækjuflotanum hevur verið eitt sindur turbulent, og haraftrat kemur, at skipini í longri tíð vóru stongd úti úr kanadiskum havnum. Men nú eru hesi viðurskifti komin uppá pláss aftur, og tað merkir, at neyðugt verður við meira peningi til tess at lúka treytirnar í sáttmálanum.
Hann heldur, at myndugleikarnir ? uttan at hava hugsað um hetta ? hava sett somu játtan á hesa konto fyri komandi ár sum í ár.
- Eg vóni, at fíggjarnevndin, sum kemur at viðgera uppskotið til fíggjarlóg, tekur hædd fyri hesum.

5-6 rækjuskip

Elmar Højgard vísir á, at talan er ikki um tey stóru tølini. Stívliga 1,3 miljónir krónur eru á hesi konto til lønir, men neyðugt verður við umleið tí tvífalda fyri at kunna fylgja NAFO-reglunum.
Rækjuskipini eru í løtuni 5 í tali; tey eru Høgifossur, Napoleon, Sólborg, Havborg og Kappin. Haraftrat plagar Sjúrðaberg, sum annars fiskar tosk, at gera onkran túr á rækjuveiði.
Skipanin í grønlendskum sjógvi er hon, at grønlendingar senda sjálvir sínar eygleiðarar umborð á føroysku skipini.
Eygleiðararnir, sum eru umborð á føroysku rækjuskipunum í NAFO-øki, eru løntir eftir sáttmála, ið lønardeildin hjá landsstýrinum hevur góðkent.
Elmar Højgaard sigur, at Fiskiveiðieftirlitið í næstum fer at gera myndugleikarnar varugar við, at játtanin til eygleiðaraskipanin eru ov lítil.