Ov lítil hvíld

Venjarin hjá NSÍ fílist á, at FSF ikki hevur lagt uppfyri evropeiskari luttøku í leikskránni

Hóskvøldið spældi NSÍ í oysandi regni ímóti lettiska liðnum Metalurgs á Svangaskarði. Dysturin endaði við 3-0 sigri til Metalurgs.
- Vit spældu á einum óhugnaliga regntungum vølli, og tað hevur tikið nógva orku frá mínum leikarum, sigur Trygvi Mortensen.
- Tí áttu vit sjálvsagt at fingið dystin fluttan til mánakvøld eins og B36, sum møtir GÍ á heimavølli mánakvøld, sigur Trygvi. Hann heldur ikki, at tað er rímiligt, at dystirnir liggja so tætt uppat hvørjum øðrum, og at bert ein dagur hevði gjørt stóran mun.
B36 leikti eisini hóskvøldið UEFA-Cup dyst ímóti íslendska liðnum ÍBV. Munurin er, at B36 spældi á útivølli, meðan NSÍ hevði heimadyst. Møguliga er hetta atlitið, ið FSF hevur tikið, tá teir hava lagt dystarskránna.