Ov lítil fiskur

Grønlendingar hava útvegað sær seks útlendsk skip at taka ímóti fiski frá útróðrarbátum í summar, men fiskiskapurin hevur verið so mikið vánaligur, at tvey av skipunum eru longu farin heimaftur.

Eitt portugisiskt skip, sum hevur ligið í Kangaatsiaq og tikið ímóti útróðrarfiski, er farið aftur til Portugals. Ætlanin var, at skipið skuldi taka ímóti 1200 tonsum, men nú tað fór avstaðaftur, hevði tað bert fingið góð 300 tons. Eitt norskt skip, sum hevur ligið nærhendis Nuuk og tikið ímóti fiski, er farið aftur til Noregs. Tað fekk heldur ikki tann fiskin, sum roknað varð við, sigur grønlendska útvarpið. Eitt annað norskt skip liggur við Narsaq, men higartil hevur tað fingið lítlan fisk.

Hini trý skipini fáa heldur meiri. Eitt nú hevur tað víst seg, at eitt av skipunum fær umleið 20 tons av útróðrarfiski um dagin, og tað er tvær ferðir meiri enn væntað.