Magni Jarnskor, sum er hjálparvenjari hjá Víkingi, helt ikki, at hansara lið hevði ein av sínum bestu døgum á Toftum í gjár.
- Nei. Tað er kanska allar fyrstu løtuna og so teir seinastu 10 minuttirnar, at vit koma til nakrar møguleikar, men annars eru vit alt ov lítið við í dystinum, segði Magni Jarnskor í sendingini um 3. hálvleik á Rás2 í gjár.
- Vit fóru sjálvandi á vøllin fyri at vinna dystin, men tað riggaði bara ikki hesaferð. Hinvegin hevur B68 eisini sínar dygdir. Teir hava nakrar sterkar spælarar á miðvøllinum, og ikki minst gjørdu útlendingarnir hjá teimum góðir.
Um óstøðugu gongdina hjá Víkingi sigur Magni Jarnskor, at teir nú mugu vóna, at pílurin vendir rætt næstu ferð.
- Atli Gregersen hevur sagt tað fyrr í ár, at vit spæla bara væl aðru hvørja ferð. So tað er at vóna, at hetta er galdandi, tá EB/Streymur kemur á vitjan, segði Magni Jarnskor.