Ov lítið tempo á

Teir vóru ikki nøgdir. Vestmenningarnir. Tá teir í dag høvdu tapt fyrsta finaludystin móti H71. Enntá á heimavølli.

Størsta partin av dystinum var tað H71, sum var omaná, og Agnar Joensen hjá VÍF helt, at frágreiðingin til hetta var sera einføld.

- Vit koyra ikki í okkara tempo. Og verri forbrendari enn so. Seinasta álopið sær mann tað týðiliga, tá vit í seinasta álopinum standa tríggir og bíða, uttan at bólturin verður spældur, so tað er ikki nóg gott.

- Og tí noyðast vit eisini at brúka alt ov nógvar kreftir móti teimum stóru monnunum hjá teimum.

Tað eru bara tveir dagar at hvíla seg í undan næstu finaluni. Eru tit til reiðar longu tá?

- Absolutt. Vit fara á vøllin fyri at vinna. Nú halda teir sjálvandi, at teir hava fyrimunin, men vit ætla okkum so at gera okkara, fyri at taka gullið, sigur Agnar Joensen.