Ov lítið pláss í flogfarinum

Landsliðið: Fótbóltssambandið hevði ikki roknað við, at landsliðsspælararnir, sum dagliga eru í Íslandi, skuldu ferðast úr Føroyum

Tað var trongligt, tá landsliðsferðalagið fyrrapartin í gjár fór av landinum við flogfarinum hjá Atlantsflog.

Ferðslan millum Føroyar og Danmark er nógv í hesum døgum, tí tey eru mong, sum hava verið heima í páskafrí. Nú skulu øll hesi upp á pláss aftur.

Fótbóltssambandið bílegði í góðari tíð ferðaseðlar til teirra, sum skuldu við landsliðnum niður til Liktinstein. Men í páskavikuni stakk ein trupulleiki seg upp.

Fimm spælarar í landsliðsferðalagnum spæla fótbólt í Íslandi. Í FSF høvdu teir einki hoyrt, og tí høvdu teir roknað við, at hesir vóru í Íslandi á páskum, og at teir tískil skuldu ferðast úr Keflavík og síðani úr Keypmannahavn saman við teimum, sum komu úr Noregi, Føroyum og Danmark.

Skírisdag vísti tað seg, at allir landsliðsspælarnir í íslendskum fótbólti ? Uni Arge, Henning Jarnskor, Sámal Joensen, Allan Mørkøre og Jens Martin Knudsen ? vóru komnir til Føroya at halda páskir, eftir at teir høvdu verið í Spania á venjingarlegu. Tað vildi við øðrum orðum siga, at páskadagarnar hevur verið arbeitt við at fáa pláss í flúgvaranum til spælararnar.

Støðan hevði í fyrstu atløgu við sær, at eingin spælari varð úttikin fyri Óla Johannesen, tá hann gav avboð, og eingin málverji varð úttikin fyri Jákup Mikkelsen, tá hann gav avboð.

Tá landsliðsferðalagið fyrrapartin í gjár fór vestur í Vágar, vóru tveir av spælarunum framvegis á bíðilista. Tá flogfarið lætti úr Vágum var hetta broytt, soleiðis at allir komu við í flogfarið. Tað vil við øðrum orðum siga, at 16 spælarar eru við í Liktinstein, og eru hesir: Jóhannis Joensen úr HB, Henning Jarnskor úr GÍ, Øssur Hansen, Jan Dam og Fróði Benjaminsen úr B68, Jens Kristian Hansen, John Petersen og Jákup á Borg úr B36, Rógvi Jacobsen úr KÍ, Jens Martin Knudsen og Sámal Joensen úr Leiftur, Todi Jónsson úr FCK, Julian Jónsson og Kurt Mørkøre úr Sogndal, Uni Arge úr Akranes og Allan Mørkøre úr ÍBV.

Dysturin verður spældur kl. 18.30 lokala tíð, sum svarar til 17.30 føroyska tíð.

Umframt Sosialin er Útvarp Føroya á staðnum, og í fríggjadagsblaðnum frættist meira frá dystinum.