Í Russlandi hava andstøðufelagsskapir boðað fólki til mótmælisgongu í Moskva leyygardagin, men nú mæla myndugleikarnir fólki frá at luttaka. Myndugleikarnir siga, at tað er ikki politikkurin, sum er trupulleikin, men heldur tann nógvi kuldin, sum herjar stórar partar av Russlandi í hesum døgum.
Varaheilsumálaráðharrin Gennadij Onisjtjenko segði í dag, at sambært veðurtíðindunum verða 18 kuldastig í Moskva leygardagin, og tá kann tað vera vandamikið fyri heilsuna at ganga mótmælisgongu, sigur hann.
Eygleiðarar í Moskva halda tó ikki, at tað er óttin fyri heilsuni hjá mótmælisfólki, sum hevur fingið ráðharran at koma við áheitanini. Teir ivast ikki í, at áheitanini er ein roynd at ræða fólk frá at taka lut í mótmælum ímóti stýrinum í Kreml.
Úr Moskva verður sagt, at meiri enn 25.000 fólk hava boðað frá, at tey ætla sær at taka lut í tí tiltakinum leygardagin. Líknandi mótmæli vóru í desember og januar í Moskva og øðrum stórum býum í Russlandi.