Ov illa útgjørd til ferðavinnu

Á almennum fundi um ferðavinnu, sum hildin varð í Vágum á páskum, vóru fólk samd um, at vit eru ov illa útgjørt til at taka í móti fremmandum ferðafólki

Skulu vit gera okkum vónir um at fáa meira burtur úr ferðavinnuni, má landið útbyggjast betri til at taka í móti fremmandafólki. Betri gistingarmøguleikar. Betri møguleikar til at hjálpa sær sjálvum og ikki minst bíligari ferðamøguleikar millum Føroyar og útheimin.
Hesi vóru nøkur av sjónarmiðunum, sum komu fram á fundi um ferðavinnu, sum varð hildin í bygdarskúlanum í Miðvági páskaaftan.
Tað var Felagið Vágar, sum millum annað stendur fyri ferðavinnu í Vágum, sum saman við Kvinnubólkinum í Vágum skipaði fyri fundinum, har eini 30 fólk vóru møtt. Talan var um fólk, sum bæði beinleiðis hava við ferðavinnu at gera, og um onnur áhugað.
Fólk vóru samd um, at tað, vit hava at bjóða ferðafólki, og sum tey eisini í stóran mun koma higar at síggja, er okkara náttúra og tað, sum hon hevur at bjóða.
Men fólk vóru eisini samd um, at umstøðurnar at taka í móti fólki eru ikki nóg góðar. Serliga høvdu fólk á orði væntandi gistingarmøguleikar, og manglandi almenn nátthús, sum nakað, ið bæði fremmandafólk og heimafólkið, ið ferðast í Føroyum, staðiliga saknar.
Leiðarin á Kunningarstovuni í Vágum segði frá, at tey regluliga fáa fyrispurningar frá fólki, sum vilja leiga frítíðarhúsum í Vágum. Men tey mugu í heilt nógvum førum vísa teimum frá sær, tí hús fáast ikki.
?Tað er ikki tí, at húsini ikki eru til. Men heldur tí, at fólk, sum eiga hús standandi tóm, vilja ikki leiga tey út, segði kunningarleiðarin.
Eisini varð víst á, at ferðamøguleikarnir tykjast ov avmarkaðir, nú bara eitt skipafelag og eitt flogfelag flyta fólk millum lond. Fólk vildu halda, at tað hevði ikki bøtt um ferðamøguleikarnar. Tað kom fram á fundinum, at fólk mettu høgu ferðaseðlaprísirnar millum Føroyar og útheimin sum eina beinleiðis forðing fyri føroyskari ferðavinnu.
Hóast gistingarmøguleikarnir í Vágum í stóran mun eru avmarkaðir til Hotel Vágar og vallaraheimið á Giljanesi, eru umstøðurnar til at skipa fyri gongutúrum av teimum bestu í Vágum.
Men fleiri vildu á fundinum halda, at føroyingar duga ov illa at fáa burtur úr hesum møguleikum. Vit eru ov lítð professionell, var ein afturvendandi niðurstøða á fundinum. Vit eru so blíð við fremmandafólk, at vit gloyma at taka okkara løn fyri tað arbeiðið og ta tænastu, vit veita teimum.
Hesin hugburður má broytast. Tí skulu vit tosa um ferðavinnu sum alternativ til aðrar vinnur, mugu vit syrgja fyri at fáa pengar burtur úr teimum, sum ferðast í Føroyum. Líka mikið, um talan er um útlendingar ella føroyingar. Har er einki við at gera, staðfesti ferðavinnufundurin í Miðvági páskaaftan.