Húskallar livdu ikki upp til vónirnar, ið ivaleyst vóru settar eitt sindur for høgt. Kult bólkurin megnaði ikki at vera áhugaverdur longur enn stuttar løtur í senn. Meðan ljóðið av eini stórslignari intro, ið millum annað blandaði ymisk løg av bandinum hjá Húskallum í eina ljóðkolagu, buldraði í hátalarunum, komu húskallarnir inn. Teir vóru ílætnir myrka morreyðar troyggir, keppar og føroyskar húgvur. Knappiliga fór lagið yvir í Gekka sangin og Gekkurin sjálvur garrvillur kom hoppandi inn í sínum knarvkoti, syngjandi eyðkennislagið. Hetta var so øgiliga beinrakið, og so øgiliga óvæntað, at eg og øll hini á Vágsbøi góvu okkum yvir og flentu hjartaliga.
Tíanverri megnaði bólkurin ikki at halda fast í góða lagnum. Jákup Alberg kom hoppandi inn á pallin í gummiskóm, hálvhosum og føroyskari húgvu við eini banjo í hondini og byrjaði at syngja um Hans Ansgar. Men longu tá sangurin um Hans Ansgar var liðugur, var eg farin at troyttast av sanginum hjá Jákup Alberg. Hann syngur nasalt og ja, beinleiðis illa. Hetta er ein partur av sjarmuni. Men á konsert á Vágsbøi í sirmi og snýkjandi náttarkulda var sjarman eitt sindur torfør at finna. Heldur ikki Kaj var í stórformi, og hóast onkur løta var góð, sum tá Kaj fekk skil á røddina, og upphitaður kundi syngja? Bóndin hungrar? og ?Ria?, so var hetta ikki nóg mikið at bjarga heildarupplivingini.
12 manna stóri bólkurin telur nakrar av okkara allar bestu tónleikarum. Tí var tað eitt sindur skuffandi, at bólkurin ikki fekk gjørt eina meira áhugaverda ljóðmynd. Hetta ljóðaði mest sum ein tunað útgáva av Taxi, og tað klæddi ikki Húskalla løgunum, og vokalunum betur enn næstbest.