Kvívík: Fyri eini 20 árum síðani varð ein grótrúgva løgd á norðaru síðu á víkini. Men nú vísir tað seg, at partur av hesum grótinum er farið at ríða oman á botn.
Hetta grótið er so líðandi farið yvir móti innsiglingini til havnalagið. Og hetta hevur so aftur ført við sær, at har er vorðið í grynra lagi hjá útróðrarbátunum at sigla inn og út, eins og størri suður hevur verið í sjónum.
- Vit vita eisini um at útróðrarbátar hava tikið í botn í innsiglingini orsakað av hesum. Og tað ynskja vit nú at sleppa undan, sigur borgarstjórin, Bøje Christensen við Sosialin.
Tað er Byggitek, ið byrjaði uppá hetta arbeiðið í farnu viku. Teir koma at brúka tvær vikur aftrat til at taka burtur grótið.