Tá eitt flogfar hjá íslendsku sjóverjuni var á eftirlitsferð yvir kongafiskaleiðini í Irmingarhavinum fríggjadagin, kom tað fram á sjey trolarar. Talan var um seks russiskar trolarar og ein úr Spania, og manningin í flogfarinum kundi staðfesta, at allir høvdu trolið úti.
Tað er brot á galdandi veiðireglur, tí sambært reglunum hjá NEAFC kunnu skip ikki fara á kongafisk í Irmingarhavinum fyrr enn tann 10. mai.
Íslendska sjóverjan sigur, at málið verður nú kannað. Íslendska sjóverjan sigur, at ein av teimum sjey trolarunum hevði sløkt tólið, sum skal siga, hvar hann er staddur.
Í mars samdust umboð fyri Ísland, Føroyar, Grønland, Noreg og ES um kongafiskaveiðina hetta til 2014. Russland var ikki á fundinum.