Ov feitur at búgva í Ný Sælandi

Ein hyldligur maður úr Suðurafrika er ov tungur at sleppa at verða búgvandi í Ný Sælalndi, hóast hann er farin 30 kilo aftur, síðan hann flutti til landið fyri seks árum síðan.

Albert Buitenhuis, sum nú vigar 130 kilo, og konan Marthie verða nú útvíst eftir at hava søkt um at endurnýggja arbeiðsloyvið, skrivar Jyllands-Posten.

Innflytingarmyndugleikarnir geva sum grund, at ov tungi maðurin kann gerast darvandi fyri heilsuverkið, tí heilsustøða hansara ikki kann góðtakast.

Tá hjúnini bæði komu til Christchurch á oyggjunum har suðri í Ný Sælandi, vigaði Albert Buitenhuis 160 kilo. Síðan hevur hann hvørt ár endurnýggja arbeiðsloyvið.

- Vit hava søkt hvørt ár og hava ikki havt trupulleikar av tí. Tey nevndu ongantíð vektina ella heilsuna hjá Albert, og tá vigaði hann enntá nógv meira, sigur Marthie Buitenhus við dagblaðið The Press.

- Tað er lagnunnar spleisemi, at hann vigar minni nú, enn tá vit komu til landið, sigur hon.

Ein talsmaður fyri innflytingarmyndugleikarnar sigur orsøkina vera, at Albert Buitenhuis við yvirvekt síni er í stórum vanda fyri at fáa sukursjúku ella trupulleikar av hjartanum.

- Umráðandi er, at allir innflytarar hava toluliga heilsu, so vit kunnu halda útreiðslur og trýstið á heilsuverkið í Ný Sælandi niðri, sigur talsmaðurin.

Sambært OECD eru íbúgvarnir í Ný Sælandi millum teir tyngstu í heiminum - bara USA og Meksiko eru frammanfyri. Nærum triði hvør í landinum vaksin vigar ov nógv, skrivar BBC.