Hendan kvinnan, Lizzie Miller, verður av summum mett at verða ov feit til at verða ein sokallað plus size modell.
Hendan myndin var prentað á síðu 194 í blaðnum Glamour Magazine, og hóast myndin var ógvuliga lítil, so vakti hon stóran ans.
Redaktørurin á blaðnum, Cindi Leivi, sigur við The Guardian, at teldupostar byrjaðu at streyma inn, eftir at Lizzie Miller vísti sín kropp í blaðnum.
Hendan myndin varð nýtt í samband við eina grein, sum snúði seg um sjálvsálit, og hon fekk yvir 700 viðmerkingar á heimasíðuni, og endaði í fleiri sjónvarpssendingum.
20 ára gamla modellin sigur, at hon er rættiliga bilsin um, at hon verður mett ov feit til at verða modell fyri stórar støddir.
Hon sigur, at hon sum tannáringur var rættiliga feit, men síðani tapti seg, og harvið fekk eitt sindur av hangandi húð á maganum sum sæst á myndini.
Hon heldur, at reaktiónirnar, sum eru komnar av hesari myndini vísa, at heimurin hungrar eftir at síggja myndir av veruligum kvinnum.
Lizzie Miller sigur, at næstan allar myndir í bløðum eru rættaðar til av vandum myndamonnum, og tí skal nógv fínpussast, um kvinnur skulu síggja soleiðis út, sum tær gera í bløðunum.
Fólk hava reagera ymiskt í samband við hesa myndina. Summi halda tað verða frálíkt at síggja eina veruliga kvinnur, meðan onnur halda hon er ov feit til blaðheimin.
Men fyri Lizzie er veruleikin broyttur til tað betra. Hon arbeiðir fyri modellfyritøkuna Wilhelmina, og boðini frá fyritøkuni ljóða, at hon skal ikki tapa seg meira.
Kelda: The Guardian.










