Ov fá tilboð til menningartarnað

Tá børn við menningartarni koma í skúlaaldur verða tilboðini verri

Tað eru ov fá tilboð til fólk við menningartarni, tá tey koma í skúlaaldur og eldri. Tað sigur Sigrun Wardmum, dagligur leiðari á javna.

Hon heldur sum heild, at tilboðini til børn og barnargarðs og vøggustovualdrinum hava tað gott í Føroyum.

Tað stendir verri til tá tey koma í skúlaaldur og aftaná fólkaskúlan.
- Ofta manglar útbúgvin stuðul í skúlanum, og ofta er skipanin ikki góð. Vit vilja hava inklusión, men ofta hendir tað, at ein stuðul er settur at taka sær av barninum burturav, sigur Sigrun Wardum,

Trupulleikin við tí er, at tað ikki virkar inkluderandi, at taka barnið burtur úr flokkinum.

- Tað er meiri inkluderandi um stuðulin er í skúlanum og kann taka barnið burturfrá, um tað verður troytt, ella kanska ein tími er, sum ikki er gott fyri tað, sigru Sigrun Wardum.

Ofta hava stuðlarnir ongar fakligar førleikar, og tey vita kanka ikki reiðiliga, hvat tey skulu taka sær til við barninum.

Haraftrat kann tað vera ein trupulleiki, tá fólkaskúlin er liðugur, og tey ikki fáa tilboð um víðari skúlagongd ella fáa eitt arbeiði antin á vardum verkstaði ella á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Um tey ikki hava nakað starv, ganga tey fyri einki, og tað er ikki nakað gott lív, sigur Sigrun Wardum og leggur aftrat, at tey í Íslandi hava atgongd til Universitetið.


Her hava tey innrætta ymiskar breytir til fólk viå menningartarni, so tey kunnu læra at taka ávís størv.