Pensionistatíðindi
Hvørt mikukvøld hittast pensionistar í Havn til eina lítla hugaløtu í Losjuni, har tey spæla kort, fara upp á gólv og hugna sær við ymsum spølum sum kinaskak, talv, ludo og øðrum. Onkuntíð fáa tey eisini vitjan av fólki, sum hava onkran forvitnisligan fyrilestur at siga teimum.
Umframt hetta skipar Pensionistafelagið eisini fyri einum bingo-kvøldið eina ferð um mánaðin, og tvær ferðir gjøgnum veturin verður ein hugnaløta løgd til rættis, har millum annað lutaseðlar fáast til keyps.
Seinastu tvey árini hevur eisini ein jólasøla við borðsølu, tombola og café verið á skránni, og hava hesar eydnast sera væl.
Eitt vikuskifti um árið plagar felagið at fara á ein dagtúr, sum limirnir tykjast vera sera glaðir fyri.
Í summar var Pensionistafelagið í Havn, saman við landsfelagnum fyri pensionistar í Danmark, á ferð í Danmark í eina viku. Hetta var ein sera væl eydnað vika, sum føroysku limirnir minnast afturá við gleði.
Vit frætta frá limun í Pensionistafelagnum, at heilt nógv fólk plaga at hittast til øll hesi tiltøk. Men meginparturin av limunum eru konufólk, og tí kundi felagið hugsað sær at sæð fleiri mannfólk teknað seg sum limir.
Sami býtistrupulleiki er eisini at finna úti á bygd, men í Pensionistafelagnum í Eysturoynni er heldur frægari.
Av tí sama ynskir Pensionistafelagið í Havn at heita á øll mannfólk um at støkka inn á gólvið, har teir kunnu verða við til onkra hugnaløtu.
At enda leggur felagið dent á, at Pensionistafelagið ikki er sama felag sum Tilhaldið, har opið er hvønn dag.