Í Danmark hevur herleiðslan leingið havt ilt við at útvega hermenn til tær uppgávur, sum Danmark átekur sær í altjóða høpi, og nú vísir tað seg, at støðan er einki mætari í Svøríki. Eitt nú hevur Svøríki játtað at lata hermenn til deildina Nordic Baltic Group, ið er ein serlig tilbúgvingardeild hjá ES, men tað vísir seg, at fjórða hvørt pláss í deildini stendur tómt. Ein orsøk er, at tað er trupult at útvega serútbúgvið fólk so sum læknar til deildina, og harafturat hava 160, sum høvdu sagt ja, tikið tilsøgnina aftur, skrivar Ritzau.