fótbóltsdómarar
- Tað er einki at ivast í, at ein slíkur sáttmáli er týdningarmikil hjá okkum at fáa.
Soleiðis staðfesti næstformaðurin í fótbóltsdómarafelagnum, Eiler Rasmussen, eftir at felagið fríggjadagin hevði gjørt stuðulsavtalu við Føroya Bjór.
- Størsta uppgávan hjá okkum er, at arbeiða fyri verandi og nýggjum dómarum, og bara tann parturin í sjálvum sær fyllir ríkiliga nógv hjá okkum. Ikki minst, tí tað hjá so nógvum er nógv lættari at vera dómari uttan fyri vøllin, heldur enn inni á vøllinum, heldur hann speiskliga fyri.
- Tí er tað av alstórum týdningi, at vit fáa lætt so nógv sum gjørligt um umstøðurnar hjá dómarunum, og her eru búnar ein háttur.
Ov stórt fráfall
Men tað eru ikki bara búnar, sum eru týdningarmiklir hjá felagnum. Hóast eingin verður upplýst, so gevur stuðulsavtalan sjálvandi eisini nakað av peningi, og teir eru eisini kærkomnir hjá dómarunum. Tí tiltøkini, sum eru í umbúna, eru nógv í tali.
- Vit royna støðugt at gera tað meira áhugavert at verða dómari. Stóri trupulleikin er helst tann, at tað er so stórur aldursmunur frá teimum rutineraðu dómarunum í bestu deildini og niður til okkum aðrar. Og tað ger, at rekruttering av nýggjum dómarum er altavgerandi í løtuni. Ikki minst, tí hesir kunnu læra eina rúgvu, um teir sleppa at arbeiða nøkur ár saman við teimum eldru dómarunum. Tað er eitt mál, sum eftir míni fatan hevur lágan prioritet hjá feløgunum, tí hugburðurin tykist ofta vera tann, at »dómararnir bara koma av sær sjálvum«.
- Vit hava so roynt at bøtt um hetta við at halda fyrireikandi skeið kring landið, og her hevur uppmøtingin eisini verið heilt hampulig, men trupulleikin er bara, at hóast fleiri eru til hesi skeið, og hóast fleiri taka dómaraprógv, so eru tað ov fáir, sum gerast dómarar, heldur hann.
Ikki minst heldur Eiler, at vantandi tol er ein trupulleiki í hesum.
- Tað eru ov nógvir dómarar, sum fella frá, tí teir ikki hava tol at bíða. Tað er nú einaferð so, at royndirnar eru at kalla altavgerandi, um tú skalt døma dyst í bestu deildini. Tí eru fyrstu árini sum dómari gjarna so, at dømt verður ein rúgva av dystum í triðju deild og í kvinnudeildini, og ikki fyrr enn eftir hetta, verður roynt at seta dómararnir við í hægru deildunum. Tað eru tað fleiri, sum ikki tíma at bíða eftir, og tað er helst ein orsøk til stóra fráfallið.
Collina er dreymurin
Heilt svart er tað kanska ikki hjá annars svørtklæddu monnunum. Í øllum førum fegnast Eiler sjálvur um, at FSF tykist leggja stóra orku í at betra um dómarastøðuna, og talan er eisini um spennandi tiltøk, sum liggja fyri framman.
- Eitt, sum vit hava roynt, er at halda skeið av ymsum slag. Fyri nøkrum árum síðani var Peter Mikkelsen her uppi, og seinsta í hesum mánaðinum kemur so hollendski Van der Ende at halda skeið. Tað eru tiltøk, sum ikki vóru komin í lag uttan hjálp frá FSF, og vit eru fegnir um, at teir soleiðis hava stuðlað okkum.
Spurdur, hvørt talan eisini verður um aðrar navnframar dómarar, sum koma hendanvegin, sigur Eiler, at tað veit hann ikki við vissu enn, men at hetta er nakað, sum tað støðugt verður arbeitt við.
- Dreymurin er sjálvandi Collina, men higartil haldi eg kortini, at vit hava verið hepnir. Bæði Peter Mikkelsen og Van der Ende hava verið á heimstindinum í dómarayrkinum, og tað kann bara inspirera, um slíkir menn koma hendanvegin, staðfestir hann.