Ov fá góð størv í Suðuroynni

- Vit hava alt ov fá størv í Suðuroynni, sum krevja hægri útbúgvingar, heldur Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu.

Porkeris kommuna eigur fleiri grundstykki, bæði Vesturi á Hólum og Á Fløttinum, tey rópa. Hesi grundstykki eru ikki planerað, men tey eru sundur matrikulerað og kunnu seljast í dag, um tað skal vera.

 

Grundstykkini liggja á sløttum lendi og eru væl atkomilig.

 

 - Vit hava selt hesi grundstykki fyri umleið 80.000 krónur, men tað eru longu nøkur ár síðan, at tey seinastu sethúsini vórðu bygd í kommununi.

 

Tað sigur Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu, sum eins og borgarstjórin í Hovs kommunu, Delmar Tausen, ásannar, at ungdómurin, sum fer úr bygdini at nema sær útbúgving, alt ov sjáldan kemur aftur.

 

- Ein stórur trupulleiki er, at í Suðuroynni eru alt ov fá góð størv, sum krevja hægri útbúgvingar, og treytin fyri at búgva í einum øki, er, at tú hevur eitt arbeiði, sigur borgarstjórin í Porkeris kommunu.