Tað eru framvegis nógv fólk, sum ikki brúka trygdarbelti ella trygdarhjálm í ferðsluni, og Landslæknin mælir tí til eitt stórt átak fyri at fáa broytt hugburðin Ein uppgerð yvir deyðsvalukkur í ferðsluni í tíðarskeiðinum frá 1986 til 2009 vísir, at í teimum samanlagt 82 vanlukkunum, sótu bara 13 í trygdarbelti ella brúktu hjálm. 55 sótu ikki í trygdarbelti ella vóru ikki í hjálmi. Í 14 førum eru ongar upplýsingar um trygd.
Í frágreiðing síni sigur Landslæknin, at umleið helvtin av teimum 55, sum doyðu hesi árini í ferðsluni, kundu verið bjargað, høvdu tey sitið í trygdarbelti ella verið í hjálmi.
Ferslukanningarnar hjá politinum vísa, at tað er blivið eitt sindur frægari við at brúka trygdarbelti. Í 2008 sótu bilførarnir í 8,6 posentum av bilunum ikki í trygdarbelti. Í fjør var talið minkað til 6,2 prosent.