Hvussu var skúmparty leygarkvøldið?
- Lat meg siga tað soleiðis, at har vóru ikki nógvar skúmbananir...
Hvørja styrki hava tínar brillur?
- Sikkin ein spurningur!
Hvat ynskir tú tær í brúdleypsgávu?
- At nógv fólk koma í brúdleypið í høllini á Hálsi annað páskakvøld!
Angrar tú nakað í lívinum?
- Burdi havt gjørt meira við musikkin.
Hvat ger teg lukkuligan?
- Tá eg síggi meg sjálvan í sjónvarpinum.
Hvønn eginleika hjá tær sjálvum er tú glaðast fyri?
- Míni analytisku evni.
Hvørjar veikleikar hevur tú?
- Kanska onkur vildi hildið tað vera ein veikleika at eg ikki ordiliga
dugi at fáa eyga á nakran veikleika...
Hvør tíð hevur verið tann besta í tínum lívi?
- Tá Føroyar vóru ein dekonstruktivistisk abstraktión og ein diskursiv
diskussión, meðan veruleikin var Oyrasundsskollegiið, RUC, Føroyahúsið
og Skarv.
Er nakar persónur klókari enn tú í Føroyum?
- Sambært Quiztinum hjá Gunnari Nolsø gongur Ólavur Presley mær ein
skarpan gang.
Hvat heldur tú sosialu karmarnar í føroyska samfelagnum?
- Reint teoretiskt eru teir útmerkaðir.
Hvat hevur mamma tín at siga fyri teg?
- Nokk ikki so nógv, sum eg havi at siga fyri hana.
Hvat var besta lestrararbeiðið, tú hevði?
- Eg hevði bara eitt. Í brúksini. Tað var strævið.
Pissar tú í svimjihylinum?
- Sikkin ein spurningur.
Hvat er títt motto?
- Javnstøðusnakkið plágar meg sum allar aðrar menn, men so hugsi eg,
eitt sindur motto-kent: "Heldur eina kvinnuliga teori enn eina
teoretiska kvinnu". Tað er ikki kvinnuni sjálvari, men hennara teori,
tað er galið við. Fá fyribrigdi eru betur í praksis enn í teoriini -
men kvinnan er eitt teirra. Ja, hóast teoriin um kvinnuna er góð, og
veruleikin kann vera ein pína, so er veruleikin betur kortini. Ið
hvussu er reint teoretiskt. Tað var, í stuttum, henda analysan sum
gjørdi, at eg fríggjaði og skal giftast.