Ov fáar kvinnur

Tað tykist, sum verður talan um framúr góða undirtøku, tá kappast skal um FM í innandura rógving komandi vikuskifti.
Ikki minst til stafettina hevur luttøkan verið framúr góð, har heili 63 rógvarar hava boðað frá luttøku.
Ein trupulleiki er tó, at tað enn eru alt ov fáar kvinnur, sum hava teknað seg. Einans tvær eru á luttakaralistanum higartil, og tí hava fyrireikararnir gjørt av at leingja freistina fyri tilmelding. Nýggja freistin er ásett til hósdagin.