Ov fáar havnarmyndir á postkortinum

Postkort úr Havn er í mangar mátar ein frálíkur leikur við føroyskari samtíðarsøgu. Men havnarmyndirnar kundu væl verið fleiri

Ummæli

 

Ólavsøkuaftan var frumframførsla av Postkort úr Havn, sum er settur á pall, nú kabarettin varð av ongum í ár.

Lagt var upp til eitt framhald av Havnarmyndum, sum fyri 25 árum síðani lýstu fyrstu tríkvart øldina hjá havnini sum fólkavald kommuna, men í nógvar mátar liva Postkortini ikki heilt upp til hetta.Fyrst og fremst, tí havnarmyndirnar í leikinum eru ov fáar.

Sum havnarmaður við hampuliga stórum H hevur yvirritaði liva stóran part av seinastu fjórðingsøldini mitt í býarlívinum í Havn, og tí var tað eitt slag av einum vónbroti, at mest sum eingin av teimum upplivingum, sum hava eyðkent uppvøksturin hesi árini, vóru at síggja aftur í leikinum.

Har var einki um Sea Shepherd, einki hundalív í býnum, einki 8-2 til HB ella 6-0 til B36, einki Club 20, eingin sensurering av Mickey Rourke og Kim Basinger, eingin Bigge og ongar bíðirøðir í Rúsuni, tá hendan læt upp, fyri bert at nevna okkurt av tí, sum kundi sett dám á leikin.

Lýsingin av Havnini avmarkaði seg í mangar mátar til fysisku broytingarnar, sum høvuðsstaðnum hevur verið fyri. Eina mest framført av bygdakonuni, ið sum ein onnur – og sera skemtilig - pausuklovn støðugt kom skeivt í býin, tá hon skuldi keypa sær tinganeyst av ymsum slag av hava heim við sær. Og umvegis mongu standmyndirnar, sum prýða høvuðsstaðin, og sum sjálvandi máttu greiða frá ymsum av tí, sum tær høvdu upplivað. Men sum havnarmynd var ov lítið av Kalla Mohr og Kára Cool yvir tí heila. Tó við undantaki av søguni um grátandi plantasjumannin, sum var absolutta komiska hæddarpunktið.

 

Samtíðarsøga

Innihaldsliga er styrkin í leikinum heldur ein lýsing av føroyskari samtíðar- og samfelagssøgu. Samfelagsliga og kensluliga sleppur kreppan eftir 80’ini at rúgva hampuliga nógv, eins og moralski peikifingurin sleppur at vísa tað deja vú, sum nú hevur rakt búskapin.

Í so máta fyllir politiska føroyakortið meira enn lokala postkortið úr Havn. Tað kann væl vera fult legalt, men tað er hinvegin ikki júst tað, sum heitið á leikinum leggur upp til.

 

Einfalt og greitt

Sum leikur er Postkort úr Havn avgjørt í tí góða endanum.

Uppsetingin er sera einføld og greið, uttan at hetta á nakran sum helst hátt tekur tað minsta pettið frá upplivingini. Ikki minst tí sjónleikararnir eisini sleppa at flyta seg av sjálvum pallinum.

Aktirnar eru stuttar og greiðar uttan nakað stórvegis hóvasták, og í størri og minni mun er speisemið eisini støðugt partur av samtíðarlýsingini. Ein samtíðarlýsing, sum eisini enduravdúkar frálíku skaldagávurnar hjá Kára P.

Postkort eru persónlig, og avdúka eisini nakað av persónligheitini hjá avsendaranum. Tí tað er jú hesin, sum ger av, hvat stendur skrivað á kortinum. Tí slepst ikki undan, at míni egnu postkort um Havnina seinastu 25 árini helst høvdu sæð nakað væl øðrvísi út.

Hetta nertir tó ikki við , at talan fyri føroyingar er um eina hugnaliga og eisini skemtiliga endurminning av Føroyum sæddar í bakspeglinum. Men fyri havnarmenn við stórum H restaði nakað í, til at talan veruliga var um Postkort úr Havnini