Ov dýrt at keypa orðabøkurnar sjálvi

Næmingarnir á miðnámsskúlanum í Hovi er eisini farnir í verkfall um orðabøkurnar hjá Sprotanum.

Skúladepilin í Hovi er eins og Føroya Studentaskúli í Hoydølum farin í verkfall.

- Vit vilja hava ókeypis atgongd til orðabøkurnar hjá Sprotanum, er kravið frá næmingunum.

 

- Tað er ótrættvíst ikki geva øllum næmingum í Føroyum ókeypis atgongd til netorðbøkurnar. Næmingar, sum ganga á miðnám, heilsuskúla og allir aðrir skúlar, hava mundandi meira nýtslu og tørv av orðabókum enn fólkaskúlanæmingar, tí vit gera nógva meira heimarbeiði, sum krevir ta føroyksu orðabókina, sponksu, eingilsku og so framvegis, skriva næmingarnir.

 

Næmingarnir í Hovi hótta eisini við, at um málið ikki verður loysn innan Fróðskaparsetrið kemur suður at vitja skúlan, er møguligt, at teir fara í verkfall enn einaferð.

 

Næmingar og lærarar í Skúladeplinum í Suðuroy meta um, at tørvurin á orðabókunum er ógvuliga stórur, ikki bert í skúlanum, serliga heima.

- Hetta er ein so týðandi partur av undirvísingini, uppgávum og so framvegis, og tískil halda vit, at tað átti at verið ein sjálvfylgja, at vit høvdu hesar orðabøkur ókeypis. Eins og næmingar eru tað lærarar, sum ikki tosa føroyskt, og mugu tískil sláa upp hvørt orð, um tey skulu skriva eina uppgávu til okkum, sum fevnir um tað føroyska málið, skriva næmingarnir har suðuri.

  

- Hóast tað bert eru 25. krónur, tað snýr seg um, eru tað summir næmingar, sum ikki hava so nógv av at liva um mánaðin, og næmingar undir 18 ár fáa tískil ikki stuðul, sum aðrir næmingar, og verður tað tískil trupult hjá teimum at gjalda ta upphædd, tað kostar um mánaðin, skriva tey at enda.