Ov dýrt at keypa bensin á flogvøllinum í Vágum

Brennievni kostar dupult so nógv at keypa í Føroyum sum aðrastaðni

 

Tí hevur fer nýggja flogfelagið, FarCargo hjá Bakkafrost, at millumlenda í Keflavík í Íslandi  millum annað fyri at keypa brennievni.

Tað segði Hanus Jacobsen, stjóri í felagnum, við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld. Áður hevur hin stjórin í felagnum, Birgir Nielsen, greitt frá hesum í Sosialinum, at tað eisini hevur nakað við at gera, at vøllurin í Vágum er ov stuttur til, at flogfarið kann fara fullfermt og fulllastað við brennievni úr Føroyum.

– Í Vágum er eitt hondteringsgjald á brennievnisprísinum, sum er líka stórt sum prísurin á brennievninum, og tað ger, at tað er ov dýrt hjá okkum at keypa brennievni har, segði Hanus Jacobsen við Kringvarpið.

Tá kann flogfarið bara taka um 30 tons av farmi í staðin fyri 38 tons. Tí fer flogfarið at millumlenda í Keflavík í Íslandi á veg til New York.

Innslagið í Kringvarpinum kann hoyrast her.