Ov dýrt at inniloka Tjørnuvíkarvegin

Tað fer at kosta ov nógv at inniloka ein part av vegnum til Tjørnuvíkar

Í staðin fyri hevur Landsverkfrøðingurin saman við Haldarsvíkar kommunu tikið avgerð um at breiðka eitt 45 metrar langt vegastrekki í Líðini, nakað omanfyri Lundagjógv. Hetta arbeiðið fór í gongd 1. november, og eftir ætlan verður tað liðugt áðrenn árslok.

Tað upplýsir landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, í einum svari uppá fyrispurning frá Jákup Suna Joensen úr Fólkaflokkinum.

Jákup Suni Joensen vildi hava at vita, um tað ber til at leggja ein part av vegnum undir hálvtekju av stáli fyri at verja vegastrekkið móti omanlopi og grótskriðu. Talan er um eitt vegastrekkið, sum er umleið 300 metrar langt.

Bjarni Djurholm upplýsir, at Landsverkfrøðingurin hevur kannað, um tað ber til at tekja ein part av vegnum, men kanningarnar vísa, at hetta verður ov kostnaðarmikið samanborið við, hvat ein tunnil til Tjørnuvíkar kostar. Kostnaðurin fyri at inniloka ein metur av vegi er tvífalt so stórur sum at gera ein metur av tunnli.

- Tískil er hendan loysnin ikki kannað nærri, sigur Bjarni Djurholm í svarinum.

400.000 krónur eru settar av til at bøta um umstøðurnar á Tjørnuvíkarvegnum í ár, og tað eru hesir pengarnir, sum Landsverkfrøðingurin nú brúkar til at breiðka vegin omanfyri Lundagjógv.