Útoyggjafólk vilja hava somu príssømdir við tyrluni, sum ferðandi fáa aðrastaðni í samferðslukervinum Í brævi til Atlantsflog, Strandfaraskip Landsins og Innlendismálaráðið biður Útoyggjafelagið um príslækking fyri ferðingina við tyrluni.
Felagið mælir til, at ferðaseðlaprísirnir fyri fastbúgvandi á útoyggj lækka niður í 80 krónur aftur og fram, og at ferðafólk uttan tilknýti kunnu gjalda vanligan prís.
Útoyggjafelagið vísir á, at útoyggjafólk, sum ferðast av óg á, halda ikki rakstrinum av tyrluni uppi.
Kelda: Kringvarpið