Ov bláoygt

Eftir fyrsta samráðingarumfar og tíðindafundin í Tinganesi týsdagin kann sláast fast, at tað er eydnast Anfinni Kalsberg, løgmanni, at fáa føroyingar í martýrleiklutin: »Danir fóru illa við okkum, tá vit komu við okkara sjálvsøgdu krøvum«.

 

Hetta er ein endurtøka av tí, sum hendi, eftir at fyrst bankarnir og síðani alt føroyska samfelagið fór á húsagang fyrst í 90-unum. Tá danir settu treytir, sum ein og hvør annar kreditorur hevði gjørt, eydnaðist tað loysingarfólkum at øsa upp eina ónøgd ímóti dønum, sum endaði við fullveldissamgonguni eftir síðsta val.

Á hesum stað skal ikki berast í bøtuflaka fyri donsku stjórnini, tí nógv kundi verið gjørt øðrvísi ? bæði undan 1992 og eftir 1992, tá danska embætismannaverkið setti órímulig krøv móti føroyingum við vælsignilsi frá donskum politikkarum, sum ikki hava neyvan kunnleika til Føroyar og føroysku fólkasálina.


Men landsstýrið eigur eisini at taka í egnan barm. Spurningurin er, um samráðigaruppkastið var nóg gott? Var tað orðað ov nógv út í æsir? Og spurningurin er sanniliga eisini, um landsstýrið ikki var ov illa fyrireikað, tá tað kom til búskaparliga partin.


Til tað fyrsta er at siga, at uppkastið leggur ikki upp til eitt gott samráðingarlag. Krøviini eru so nógv, at onkur hevur nevnt hetta eitt olmussukrav. Harafturat er spurningurin, um tað er rætt at orða eitt uppskot til ein sáttmála millum tvær tjóðir. Ístaðin átti landsstýrið heldur at felt niður tær stóru linjurnar til tað fyrsta samráðingarumfarið.


Taka vit so búskaparpartin, so kundi tað ikki undra nakran, at kravið um skiftistíð varð 3-4 ár. Hetta hava umboð fyri stjórnina sagt, og hetta hava umboð fyri andstøðuna sagt. Tí átti landsstýrið at verið betri fyrireikað við útrokningum yvir, hvussu heildarveitingin kann lækkast í stigum.


Nú stendur eftir, at landsstýrið krevur, at Føroyar krevja, at heildarveitingin skal halda fram eini 60 ár afturat. Og tað ynskir eingin føroyingur, sum hevur eitt vet av ábyrgdar- og sjálvbjargiskenslu í sær.


Hóast landsstýrið hevur lagt áherðslu á, at tað var væl fyrireikað til samráðingarnar, so skerst ikki burt, at nógv hava ta fatan, at landsstýrið hevur gjørt seg til skammar, tá tað snýr seg um búskaparpartin. Nógv orð eru feld á blað, alt ov nógv, meðan alternativ vantaðu, tá tað snýr seg um búskaparpartin og skiftistíðina.


Landsstýrið bvar ov bláoygt!