Vónbrotið lýsti av klaksvíkingunum, tá steypið varð handað í Gundadalii leygardagin. Og sjálvt tapið mundi í sjálvum sær vera minsti parturin av vónbrotinum. Heldur var tað tann sannroynd, at KÍ ongan tíð veruliga spældi sín kjans, og tað ásannaði Heðin á Lakjuni eisini eftir dystin.
- Vit koma at liggja for langt afturi á vøllinum. Eg veit ikki, um tað eru nervar, sum tyngja okkum, men tað hevur so við sær, at vit stórt sæð ikki koma fram til nakrar kontra-møguelikar. Í øllum førum, um sæð verður burtur frá fyrstu 15 minuttunum.
- Og tí taka teir fullkomuliga yvir. Okkara leiklutur verður í stóran mun bara at renna eftir bóltinum, og alt ov ofta varð hesin bara lossaður burtur, tá vit vunnu hann, og so kann ikki sigast stórvegis til, at B36 vann steypið.
Longu týsdagin hava tit aftur dyst á skránni. Hvussu verður at seta seg upp til hendan?
- Vit noyðast at seta okkum upp. Nú er tað í fyrsta lagi bronsan og í øðrum lagi Toto-cup, sum vit mugu stríðast fyri. Men tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er serliga lætt at seta seg upp til tann dystin.