Nýggjasta Outsider er ein sokallað dupultútgáva, har blað nr. 2 og 3 eru savnaði í einum. Við í blaðnum hesuferð eru bókmentaviðgerðir, týðingar, nýtt føroyskt upprunatilfar, harav fleiri debutantar. Eisini er tilfar um føroyska myndlist og tónleik. Við heilt fáum undantøkum er tilfarið í Outsider hesuferð skrivað á føroyskum
Tema: Norðurlendskar bókmentir 2000-2006
Tema í Outsider hesuferð er rák innan norðurlendska samtíðarmentan og bókmentir. Við hesum vil ritstjórnin gera føroyska lesaran varugan við norðurlendska bókmenta- og listapallin, og eisini geva føroyskum bókmentum høvi at gera vart við seg kring Norðurlond.
Í temapartinum eru samrøður við høvundar sum t.d. Johan Harstad, ið skrivaði bókina Buzz Aldrin hvor ble det av deg i alt myldret, Thomas Boberg, innstillaður til Norðurlandavirðislønina 2006 og Lone Hørslev, kendur yngri høvundur í Danmark og blaðstjóri. Við eru eisini yrkjarar og høvundar sum Einar Már Gudmundsson úr Íslandi, Pablo Hendrik Llambias, høvundur og lærari á Rithøvundaskúlanum í Danmark, svenski yrkjarin Sofia Stenström, ið varð innstillað sum ársins debutantur í 2005, finskt/svenski yrkjarin Oscar Rossi, ið hevur fingið fleiri virðislønir í Finlandi, og íslendski høvundurin Eiríkur Ørn Norðdal, ið hevur skrivað eina skaldsøgu, ið m.a. gongur fyri seg í Føroyum. Harumframt eru nógvir yngri íslendskir yrkjarar við.
Ein niðurstøða í temablaðinum er, at eftir mest sum at hava sett dagsskránna á mentanarpallinum seinastu 10- 15 árini, tykist postmodernisman umsíðir at vera avblást bæði innan norðurlendskar bókmentir og av onkrum, sum annars hevur gingið á odda í hesum ráki i Føroyum.
Føroyskt tilfar
Outsider Magazin hevur hesuferð sett sær fyri at ummæla allar føroyskar bøkur, ið komu út undan jólum í fjør. Millum annað hevur Bergur Rønne Moberg drúgva viðgerð av bókini Ó eftur Carl Johan Jensen, umframt at Kim Simonsen lýsir broytingar innan yrking í dag.
Millum tey, ið hava skrivað føroyskt upprunatilfar í Outsider hesuferð, kunnu nevnast Jóanes Nielsen, Alexandur Kristiansen, Petur Pálsson Jensen, Arnbjørn Dalsgaard, Bergur Rønne Moberg, Firouz Gaini, Kim Simonsen, Pauli Gudjónsson, Vónbjørt V. Linjonsdóttir, Torfinn Jákupsson, Olga Marklova, Martin Mouritsen, Agnar Jógvansson og onnur.
Outsider á G!
Seinni í ár fer Outsider Magazin saman við G! at skipa fyri bókmentatiltøkum á G! Festivalinum. Tað er longu eydnast at fáa Johan Harstad at koma framvið á festivalinum í ár, og í løtuni verður arbeitt við at fáa fleiri av høvundunum, ið eru við í Outsider Magazin 2/3, at verða við á G! festivalinum .
Sum kunnugt hevur Outsider Magazin í ár skipað fyri forvitnisligari kapping millum yrkingar skrivaðar á sms málið. Í dómsnevndini hava sitið Firouz Gaini, Kim Simonsen og Petur Pólson, ið nú eru komnir á mál í døminingi millum nógvu innkomnu yrkingarnar. Vinnararnir av kappingni verða kunngjørdir á móttøku á Dimmalætting leygardagin kl 16 í sambandi við útgávuna av Outsider Magazin 2/3