Mitsubishi Outlander sær avbjóðandi og sterkur út við kraftigum rør viðførisstativum á takinum. Framman sær hann út, sum hann vil nakað við stórum Mitsubishi logo millum bæði kølaragittarini.
Lyktirnar framman og aftan eru av nýggjasta sniðinum, har øll tey ymisku ljósini eru samlaði í somu lykt. Bilurin er meira ein frítíðarbilur enn ein jeepur, við tað at hann fæst bæði sum framhjóldrivin og sum 4x4.
Koyrieginleikarnir eru merktir av, at øll fýra hjólini er óbundin av hvørjum øðrum hvat upphangum og fjaðraskipan viðvíkur, hann er sum ein persónbilur at koyra.
Innan er alt einfalt og vælvirkandi, man situr høgt og útsýnið er gott allar vegir, eisini aftur eftir hóast hann hevur eina nakkastúttu til hvørt av teimum fimm sitiplássum.
Outlander er ein tryggur bilur við teirra egna RISE (Reinforced Impact Safety Evolution) karrossaríi, sum við ein samanstoyt gevur eftir har tað skal, og kabinan heldur sín form.
Bensinmotorurin er ein 2,0 litur 16V við 135 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 10,7 sek. Hesin er ein Comfort og tann størri er ein 2,4 litur 16V við 163 hk 4WD Sport.
Outlander prísirnir byrja úr kr. 258.000,-